Ísraelska Bíbliufelagið

Ein vanligur ísraeli hevur ikki lætt við at fáa fatur á eini Bíbliu við Nýggja Testamenti.

Tað eru bara nakrir heilt fáir bókhandlar, ið selja Bíbliur, har Nýggja Testamenti eisini er í.

Ísraelska Bíbliufelagið hevur nakrar tílíkar bíbliuhandlar í Ísrael, og starvsfólkini har greiða frá, at áhugin millum jødar fyri Nýggja Testamenti er vaksandi.

Ísraelska Bíbliufelagið hevur eisini gott samstarv við bíbliufeløg á Palestinentiskum økjum.

Ísraelsmissiónin stuðlar fíggjarliga og hevur eisini stuðlað við útsendingum.

Við at geva eina gávu til Ísraelsmissiónina, stuðlar tú eisini hesum arbeiðinum.