Missión í Tel Aviv

Ísraelsmissiónin tekur lut í einum altjóða samstarvi at bera út gleðiboðskapin í Tel Aviv, nevnt Immanuel Minestry.

Í samstarvinum eru ísraelsmissiónsfelagsskapir úr Finnlandi, Svøríki, Norra, Danmark og Føroyum umframt missiónsrørslur í Týsklandi, USA og Ísrael.

Arbeiði hevur sítt útgangsstøði í Immanuelskirkjuni og Meinigheitshúsinum í Tel Aviv, har sjey ymiskar meinigheitir húsast.

Eitt vikuskifti kunnu fleiri hundrað fólk verða til ymsar samlingar í hølunum.

Umframt at hava lim í stýrinum fyri arbeiðið, stuðlar Ísraelsmissiónin fíggjarliga og hevur eisini stuðlað við útsendingum.

Við at geva eina gávu til Ísraelsmissiónina, stuðlar tú eisini hesum arbeiðinum.